Handilstreytir
Gjaldshættir
Møguligt er at gjalda við Dankort/VISA-Dankort, Master Card, Maestro, JCB, American Express og Diners Club.
Allar upphæddir eru í DKK. Mvg er íroknað.
Umbýtingarrættur
Keypt vøra kann umbýtast innan 14 dagar, treytað av at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt. Tilgóðarseðil verður latin fyri umbýtta vøru. Reiður peningur verður bert latin um kvittan er við í umbýtingini. Møguligur kostnaður fyri flutning verður ikki afturgoldin.
Endurgjaldskrav
Vend tær til okkum um vøran hevur brek ella um tú hevur fingið skeiva vøru. Endurgjald verður ikki givið fyri brúkta vøru.
Flutningur
Ókeypis útbering í Føroyum tá keypt verður fyri meira enn kr. 300,00. Um vøran skal sendast av landinum er kostnaðurin kr. 80,00. Summar vørur verða ikki sendar av landinum. Á teimum vørunum er tað frámerkt í vørulýsingini.
Trygd
Vit virða tínar persónligu upplýsningar og lata teir ikki víðari til óviðkomandi partar. Vit nýta ein góðkendan gjaldsveitara og tínar kortupplýsingar verða krypteraðar við einari SSL (Secure Socket Layer) protokol.
Fyrivarni
Fyrivarni skal takast fyri villum og útseldari vøru.
Um okkum
Sp/f Festi eigur og rekur handilin Østrøm.