Turri- og fyriklæði frá Poulinu

Poulina hevur egna vevstovu í Havn og hevur arbeitt við listahandsverki og at veva í nógv ár.

Nærlagni og dygd er tað, ið eyðkennir hennara arbeiði. Hetta sæst aftur í øllum tí, hon letur úr hondum. Hetta tekur tó ikki flogið og yndið av verkum hennara.

Hon hevur sýnt stórt dirvi við sínum ósiðbundnu litum til føroysk klæði, ið hava verið hennara listaliga spælipláss.

Íblástur til litsamansetingar eru náttúruupplivingar og samanrenning millum gamalt og nýtt.

Júst spælið við litsamansetingum merkir alt hennara virksemi, ið umfatar nógv ymisk klædnapløgg, bundin eins væl og vovin, og listahandverk annars.

Poulina lærdi at veva hjá Olivinu Joensen í Havn. Hon er útbúgvin á Kerteminde Seminarium ”Kunst og håndværk” við sergrein í veving, og hevur seinni tikið ymisk skeið, sum hava við list og handverk at gera.

Poulina hevur havt fleiri stak- og felagsframsýningar í Føroyum, Íslandi, Danmark og USA. Summar teirra søluframsýningar.

Umframt at reka egna vevstovu hevur Poulina undirvíst í veving á ymsum skúlum í Føroyum. Eisini hevur hon undirvíst blindum og sjónveikum í veving í nógv ár. 

Nýggjastu turri- og fyriklæðini eru sum oftast at síggja á Facebook síðu okkara. 

Poulinu leggur stóran dent á at varðveita og menna handverkið og er tí øll framleiðslan av turri- og fyriklæðunum í Føroyum. 

Turri- og fyriklæðini frá Poulinu síggjast í handli okkara á Skálatrøð.

  

 

Poulina Jóanesardóttir
føroyskt