Silvur frá Gitustovu
Ghita Ring er viðurkendur silvur- og gullsmiður úr Danmark, ið ger smúkkur í serflokki. Ghita Ring hevur havt handil og verkstað í Keypmannahavn síðani 1992 og hevur nú eisini verkstað í Føroyum.
Undir felagsheitinum "Flora" hevur Ghita framleitt 10 ymisk snið, sum eru uppkallaði eftir blómum, ið finnast í føroysku náttúruni. Smúkkurnar eru úr 925 sterling silvuri.
Silvurið frá Gitustovu sæst í handli okkara á Skálatrøð.
Øll sniðini fáast sum mallur, brosjur og beltaspenni burtursæð frá Bláklokka, Nykurt og Hagasólja, sum bert fáast sum mallur.
Mallur
Kr. 420,- fyri hvørja
Beltaspenni
Uml. 4 cm. kr. 3.950,-
Uml. 5 cm. kr. 4.850,-
Uml. 6 cm. kr. 5.750,-
GG. Beltaspenni fæst ikki til allar mallurnar (t.d. Nykurt og Hagasóljuna). Summi beltaspenni fáast bert í ávísum støddum.
Brosjur
Uml. 4 cm. kr. 2.050,-
Uml. 5 cm. kr. 2.650,-
Uml. 6 cm. kr. 3.450,-
GG. Brosjur fáast ikki til allar mallurnar (t.d. Nykurt og Hagasóljuna). Summi beltaspenni fáast bert í ávísum støddum.
Møtlaspenni
Kr. 1.250,-
Stimi
Kr. 1.350,-
Eisini fáast ringar, oyralokkar og hálsketur í úrvaldum sniðum og støddum. Úrvalið sæst í handli okkara á Skálatrøð.
Gevið gætur at vit hava avmarkaða vøru á goymslu og tí kann vera neyðugt at bíleggja vøru.