Silvur frá Gitustovu

Ghita Ring er viðurkendur silvur- og gullsmiður úr Danmark, ið ger smúkkur í serflokki. Ghita Ring hevur havt handil og verkstað í Keypmannahavn síðani 1992 og hevur nú eisini verkstað í Føroyum. 

Undir felagsheitinum "Flora" finnast 10 ymisk snið, sum eru uppkallaði eftir blómum, ið finnast í føroysku náttúruni. Smúkkurnar eru úr 925 sterling silvuri.

Silvurið frá Gitustovu sæst í handli okkara á Skálatrøð.

Øll sniðini fáast sum mallur, brosja og spenni burtursæð frá hagasóljan og hagasóljublaðið, sum bert fáast sum mallur. Gevið gætur at vit hava avmarkaða vøru á goymslu og tí kann vera neyðugt at bíleggja vøru.

 

Ghita Ring
føroyskt